Einfaldari oljusøla
Tað snýr seg um effektivitet. Skipini brenna olju, og oljan skal fáast á lættasta og kostnaðarbesta hátt. Og hetta ásanna vit hjá Krafta Energy. Hóast felagið er nýtt, so hava starvsfólkini á Krafta Energy drúgvar royndir við olju og sølu. Tey hava stórt og vítt netverk, sum ger, at vit eru veitingarfør alt samdøgrið.
Tí eingin sjóvinna uttan kraft. Og kraftina – hana veitir Krafta Energy.
Hvørjum er Krafta Energy ætlað?
Føroyar eru sjóvinnutjóð. Føroysku skipini fiska hegnisliga í teim mongu høvunum kring klótuna. Skipini hava í eina øld verið garantur fyri vælferð í Føroya landi. Harumframt inn- og útflyta vit hópin av vøru sjóvegis. Sostatt eru tað farma- og fiskiførini, sum skapa flestu starvsplássini í landinum, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Tí er tað, at vit í Krafta Energy eru serliga errin av at veita orkutænastur til skipaflotan.
Krafta Energy
Krafta Energy er felag, sum hevur sum sergrein at veita skipum brennioljur og aðrar oljuúrdráttir. Vit kenna avbjóðingarnar, og vit kenna loysnirnar. Dag og dagliga keypa vit olju til flota okkara, og tí hava vit altíð fingurin á pulsinum, tá ræður um oljutørv og prísgongd.
Okkara kundar skulu ikki brúka óneyðuga orku til at keypa olju. Tað skal ganga skjótt og lætt, so skipini kunnu gera tað, sum skip skulu gera.
Tað var ein tíð, tá ið tað bert vóru tveir oljuveitarar í Føroyum. Henda tíðin er nú farin. Krafta Energy er komið á marknaðin at veita veruliga kapping og seta nýggjan standard fyri oljusølu til skipaflota okkara.
Set teg í samband við okkum
Árni Ellefsen
Nevndarformaður
Jóhanna Lava Køtlum
Nevndarlimur
Marita Debess Magnussen
Nevndarlimur