Dátuverndarkunning

Vit á Krafta samskifta dagliga við kundar, veitarar og samstarvsfelagar í samband við okkara virksemi. Tað verið seg í samband við sølu og veitingar og annars í alskyns at hesum atknýttum viðurskiftum. Hetta gerst ikki uttan viðgerð av persónsupplýsingum og eins og í øllum øðrum okkara viðurskiftum, ynskja vit at gera hetta greidliga við áliti partanna millum og altíð soleiðis, at hetta er í samsvari við dátuverndarlógina.

Her lýsa vit okkara viðurskifti í mun til viðgerð av persónsupplýsingum.

DÁTAÁBYRGDARI

Krafta er dátaábyrgdari og hava vit soleiðis ábyrgd av at tryggja, at persónsupplýsingar verða handfarnir skynsamt og eftir galdandi lóg um persóndátavernd.

Her fæst samband við Krafta:

Krafta Sp/f

Áarvegur 14, 2. hædd

100 Tórshavn

Telefon 333888

Epost: info@krafta.fo

Dátaábyrgdarin fæst samband við umvegis epost adressuna dpo@krafta.fo

PERSÓNSUPPLÝSINGAR OG VIÐGERÐ

Fyri kundar, veitarar og samstarvsfelagar er tað soleiðis, at vit viðgera, skráseta og goyma persónsupplýsingar, sum eru neyðugir fyri at vit kunnu samstarva um tær skyldur vit hava hvør til annan og tá í flest øllum førum í samband við veiting av vørum og tænastum. Hetta eru tá vanligir persónsupplýsingar so sum navn, samskiftis-, gjaldsupplýsingar og upplýsingar í samband við veitingar.

Fyri starvsfólk er í stóran mun tað sama galdandi í mun til slag av persónsupplýsingum, men harumframt eisini persónsupplýsingar neyðugir fyri lønarútgjaldi og í samband við møguligar tryggingar.

Viðgerð av viðkvømum upplýsingum kann í serligum førum koma fyri, og verður dentur tá lagdur á samtykki frá starvsfólkinum og annars at vísa serligt varsemi samsvarandi galdandi lógarásetingum.

Umframt viðgerð av persónsupplýsingum í samband við kundasamskifti og veitan av vørum og tænastum, so skrásetir, goymir og viðgerð Krafta eisini persónsupplýsingar í ymiskum KT-, net- og trygdarskipanum. Hetta umfatar tá eftirlit og rættindastýring av teldubrúkarum, skráseting og logging av dátaferðslu í samband við trygdarfyriskipanir, videoyvirvaking av kritiskari útgerð og arbeiðsøkjum.

PERSÓNSUPPLÝSINGAR LATNIR VÍÐARI

Tað kemur fyri, at vit lata persónsupplýsingar til veitarar ella aðrar samstarvsfelagar. Hetta er millum annað, tá ið vit rinda ella móttaka flytingar umvegis bankaskipanir, lønarflytingar til starvsfólk og annars í samband við rakstur av og eftirlit við KT-skipanum.

Vit vísa altíð varsemi í mun til hetta, lata einans viðkomandi persónsupplýsingar víðari, gera hetta eftir sáttmála og annars við hægstu virðing fyri persónsupplýsingarnar hjá tí einstaka.

Eisini eru við áløgd at lata persónsupplýsingar víðari til myndugleikar so sum TAKS og politiið.

VARÐVEITSLA OG STRIKING

Vit goyma ikki persónsupplýsingar longur enn neyðugt. Sum útgangsstøði merkir hetta, at vit halda ikki á við at goyma tínar persónsupplýsingar, tá ið endamálið fyri viðgerðini er uppfylt – og hareftir antin strika ella anonymisera vit upplýsingarnar.

Har eru tó undantøk og tað til dømis, at vit samsvarandi roknskaparlógini skulu goyma dátur og í summum førum tá persónsupplýsingar, í longri tíðarskeið.

Allar persónsdátur verða goymdar í dátugoymslum hjá viðurkendum KT-veitarum í Europeiska Samveldinum.

RÆTTINDI

Sum ásett í dátaverndarlógini hevur tú, um vit hava viðgjørt tínar persónsupplýsingar, altíð rætt til kunning, innlit, rætting, striking, mótmæli, viðgerðaravmarking, at seta teg ímóti automatiskari viðgerð og til dátaflutning.

KÆRUMØGULEIKAR

Er eitthvørt, sum tú ikki metir vera nøktandi í okkara viðgerðum av tínum persónsupplýsingum, so hevur tú møguleika fyri at kæra til Dátaeftirlitið her:

Dátaeftirlitið

‍Tinganes

Postboks 300

110 Tórshavn

+298 309100

dat@dat.fo